Løvubetong í nýggjar hæddir

Vaktarskifti hevur verið á kranasíðuni á Løvubetong, Terex EXPLORER 160 tons kranin er skiftur út við ein Demag AC250-5. Kranaførari er tó hin sami vælroyndi John Erik.

Løvubetong hevur seinastu 10 árini verið førandi á føroyska kranamarknaðimum bæði við bestu útgerð og nógv størsta marknaðarparti, men seinastu tíðina hevur staði á við størstu uppgávunum. Eftir hetta skift er tó aftur klárt at taka ímóti tyngstu uppgávunum.

Fyrsta uppgávan við Demag

Fyrsta uppgávan við Demag

Kranarnir møttust á Norðskála áðrenn yvirtøkuna.

Kranarnir møttust á Norðskála áðrenn yvirtøkuna.