Styrkin er í dygdini

Løvubetong framleiðir og veitir fyrstafloks betong um alt landið. Eyðkendu hvítu blandibilarnir eru fremsta vørumerkið hjá felagnum uppá dygd, tænastu og góðskutrygging. Starvsfólk okkara hava áralangar royndir har bygt verður, frá tí størsta byggiplássinum til tað minsta.

 

Taka dygdina í álvara

Løvubetong ger nógv fyri at tryggja sær, at vøra okkara altíð er fyrstafloks. Teldustýrda (Branel SYS5015) blandistøðin við tvangsblandara (Haarup 2250 L) er sera væl útgjørd við m.a. hetum vatni og fiburfordeilara. Vit nýta bara tað bestu rávøruna og bara útbúgvið fólk stendur við ábyrgdini av at blanda. 
 

Góðskuprógv

Løvubetong leggur stóran dent á regluliga góðskustýring. Tað hevur við sær, at vit kunnu skjalprógva góðskuna á framleiðsluni fleiri ár aftur í tíðina. Tá tú keypir frá Løvubetong veit tú hvat tú keypir, men tú veit eisini hvat tú keypti.

Sertifikat

Sí dátafílu fyri 28 metur pumpu:        MK 28
Sí dátafílu fyri 32 metur pumpu:        MK 32

23AC7230-CFCB-4C18-BABE-C11F22F2BC35.jpg
CF093099-2712-45B8-84CF-F08C65A25B77.JPG