Blikagøta - Runavík

Bústaðir byggja 16 íbúðir á Blikagøtu, ovarlaga í Runavík.

Bygt verða trý íbúðahús, tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Átta íbúðir verða 62,3 fermetrar, og hinar átta verða 76,2 fermetrar. Minni íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm, stovu/køk og eitt sovikamar, og størru íbúðirnar eru innrættaðar á sama hátt, men við tveimum sovikømrum.

Bygnigarnir eru úr bjálvaðum elimentum við holdekkum súm millumdekk og tak. Henda veitan er gjørd sum ein heildarveitan frá Løvubetong, við øllum elimentum, betong og krana.